Nú skal tað vera lættari hjá nýggjum læknum at taka part av sínum tíðarskeiði sum serlæknalesandi í Føroyum.
Hetta var partur av Serlæknaætlanini, sum varð gjørd í 2024, og nú hevur løgtingið hevur nú játtað pening til tvey deild høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.
Hetta staðfestir Heilsu- og orkumálaráðið í skrivi. Við játtanini verður møguligt at seta fleiri læknar í høvuðsútbúgvingarstørv í Føroyum innan sergreinar, sum føroyska Sjúkrahúsverkið hevur serligan tørv á.
– Serlæknaætlanin fyri Føroyar frá 2024 vísir greitt, at tørvurin á serlæknum er stórur, og at vit mugu arbeiða miðvíst og langsiktað fyri at tryggja heilsuverkinum neyðugu serfrøðina, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Í januar 2026 varð avtala undirskrivað millum føroyskar og danskar myndugleikar um høvuðsútbúgvingarstørv, har størvini eru býtt millum Landssjúkrahúsið og onnur útbúgvingarsjúkrahús í Danmark. Í sambandi við eykajáttanina nú í vár, er peningur settur av til endamálið, soleiðis at avtalan kann fremjast í verki.
– Vit vita, at tað hevur stóran týdning fyri tilgongdina av læknum, at tey fáa høvi at útbúgva seg í Føroyum. Jú størri part av útbúgvingini, læknar kunnu taka her, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey eisini velja at starvast í Føroyum eftir lokna útbúgving. Hetta er ein íløga í eitt tryggari, sterkari og meira burðardygt sjúkrahúsverk, sigur landsstýriskvinnan.
Játtanin til deild høvuðsútbúgvingarstørv er tí bæði eitt svar upp á staðfesta tørvin í serlæknaætlanini og partur av eini størri heilsupolitiskari ætlan at framtíðartryggja Sjúkrahúsverkið. Málið er at fáa fleiri serlæknar og meira serfrøði í føroyska heilsuverkið, so tænasturnar til borgararnar kunnu mennast og tryggjast í komandi árum, skrivar homr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald