Uttanlands

Margreta drotning útskrivað aftur

86 ára gamla drotningin skal nú binda frið ta komandi tíðina

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-05-29 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Margreta drotning er í dag úrskrivað av Ríkissjúkrahúsinum, og er farin heim aftur til Fredensborg Slott, upplýsir kongshúsið í fráboðan.

Hon skal framvegis binda frið eftir at hava verið innløgd síðan mánadagin við eini blóðsamling í mjadnunum.

Sambært álmanakkanum hjá kongshúsinum er næsta arbeiðsuppgávan hjá Margretu drotning hin 6. juni tá hon eftir ætlan skal vera við til at innvíga nýggju brúnna millum Falster og Sæland, sum er uppkallað eftir henni.

- Í løtuni eru ongar broytingar í álmanakka hennara, stendur í fráboðanini.

Tað var ein CT-skanning, sum avdúkaði blóðsamlingina – hetta førdi til at hon var innløgd á Ríkissjúkrahúsinum í fimm dagar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder