Mentan

- Gleði meg til at heilsa uppá øll, sum koma á konsert!

Lynda Randle - røddin handan "God on the Mountain" - kemur til Føroyar fyri fjórðu ferð at halda konsertir. Hesaferð saman við Guy Penrod. Bæði eru tey kend frá bólkinum hjá Bill Gaither

2026-05-29 17:25 Author image
Jákup Bech Jenssen
placeholder

- Eg eri ómetaliga takksom fyri, at eg enn einaferð kann framføra í Føroyum. Tað hevur nógv at siga fyri meg at eg, eftir konsertina, kann tosa við og taka í hondina á øllum sum ynskja tað, sigur Lynda Randle, sum kemur til Føroyar at hava konsert saman við Guy Penrod í Hoyvík, Skálafirði og Klaksvík í tíðarskeiðinum 18. til 20. juni.

Lynda Randle og Guy Penrod eru bæði kend frá Gaither bólkinum hjá Bill Gaither. Tey hava bæði verið í Føroyum fyrr. Hetta er fjórðu ferð Lynda vitjar í Føroyum, og hon gleðir seg ómetaliga nógv til at koma aftur.

Byrjaði at syngja í kirkjuni

Lynda Randle vaks upp í Washington DC. Frá tí hon var smágenta, kom hon í kirkju við familjuni. Pápi hennara var aktivur limur í kirkjuni.

- Eg byrjaði at syngja við familjuni í kirkjuni tá ið eg var umleið 15 ára gomul. Tað var tó ikki planurin, at sangur skuldi blíva til mítt lívsstarv. Eg hevði størri áhuga í móta. Tað, sum broytti alt, var ein dagin, eg sang. Pápi mín segði við meg, at um tú ikki meinar tað alvorligt við sangi, so skal tú ikki gera tað! Tað, sum tú gert, skalt tú gera av øllum hjarta!

Um somu tíð skifti Lynda skúla. Tað var ein kristin skúli, har hon var tann einasti litti næmingurin. Fyri at sleppa í skúlan var eitt krav, at hon sang í skúlakórinum.

Kórleiðarin varnaðist skjótt hesa flottu røddina, og Lynda fekk tí nógvar spennandi uppgávur so sum at syngja solo.

- Tað vóru ikki øll tey hvítu, sum dámdu mín stíl, sum týðuliga var merktur av tí tónleiki eg lurtaði eftir og míni stóru fyrimynd.

Mahalia Jackson er mín stóra fyrimynd!

- Eg havi altíð sæð upp til Mahalia Jackson sum sangara. Hon hevði eina ótrúliga stóra rødd og hon gav altíð alt, hon hevði, og viðhvørt meir, so neyðugt var at hjálpa henni av pallinum.

- Tá ið eg var 18 ár, vann eg eina Mahalia Jackson sang kapping, har næmingar frá fleiri skúlum luttóku. Hetta er ein tann størsti heiðurin, eg havi upplivað!

Byrjar at syngja við Gaither

Av tilvild møtti Lynda Gloriu Gaither, sum bjóðaði henni heim við. Har tosaði hon við Bill Gaither, sum bjóðaði henni við í Gaither bólkin, sum var kendur fyri at upptaka tónleikaframførslur og útgeva hesar sum VHS videobond. Fyrstu ferð Lynda var við á einum slíkum videobandi var í 1993.

Í 1996 valdi Lynda, at Gaither skuldi verða hennara fulltíðarstarv. Bill gav henni nógvar stillar sangir at framføra, sum hann metti hóskaðu væl til hennara rødd.

God on The Mountain

Ein av sangunum, sum Lynda skuldi framføra var “God on the Mountain”. Hetta var ikki ein sangur, sum var skrivaður til hana, men hennara stóra kraftmikla rødd var júst tað, sum skuldi til. Hetta gjørdist skjótt ein sera væl dámdur sangur, sum síðani hevur verið sangurin, sum flestu fólk hugsa fyrst um, tá ið tey hoyra navnið Lynda Randle. Sangurin er vístur ikki færri enn 102 milliónir ferðir á Youtube!

[object Object]
(Mynd: Sonja Jacobsen)

Aftur til Føroya

- Tað var Russ Taff, sum fyrstu ferð fortaldi mær um Føroyar. Hann segði, at eg skuldi avgjørt roynt at sloppið at framført har.

Í 2005 var fyrstu ferð Lynda var í Føroyum. Tá var konsert í Kelduni, KÍ høllini og á Hálsi og ikki færri enn 3.000 áhoyrarar vóru til hesar konsertir. Lynda sang eisini á Fjarðafestivalinum í 2008 og var aftur í Føroyum í 2023.

- Eg gleði meg ómetaliga nógv at koma aftur. Áhoyrararnir kunnu vænta eina blanding av góðum gomlum, okkurt nýtt og so kanska okkurt heilt spontant.

Tað eru Keldan og PraiseHim, sum skipa fyri konsertini.

Enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertirnar 19. juni í Kelduni og 20. Juni í Varpinum á https://www.praisehim.fo/

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder