Tey trý ungfólkini, sum vóru framstilla í grundlógarhoyri í Føroya Rætti í dag, skuldsett fyri at hava smuglað fimm kilo av kokaini til Føroya, skulu sita varðhaldsfongslað í fýra vikur í fyrsta umfari.
Hetta avgjørdi Føroya Rættur í dag.
Grundlógaravhoyringin fór fram fyri afturlatnum hurðum.
Sambært ákæruvaldinum er talan um eitt stórt og umfatandi rúsevnamál har fleiri fólk helst eru innblandað, og tí er tað eitt umfatandi kanningararbeiði, sum nú skal gerast.
Tey trý ungu fólkini, ein 19 ára gomul kvinna og tveir menn, 22 og 23 ára gamlir, vórðu handtikin í gjárkvøldið.
Les eisini: Talan er um eitt stórt rúsevnamál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald