Uttanlands

Navnið hjá Trump takast av Kennedy Center

Ein økisdómari í Washington D.C. hevur avgjørt, at nevndin hjá mentanarstovninum, sum hevur fingið navn eftir fyrrvernadi forsetanum, John F. Kennedy, ikki hevði heimild at broyta navnið til "Trump Kennedy Center"

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-05-30 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein økisdómari í Washington D.C. gav fríggjadagin boð um, at navnið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump skal takast av mentanarstovninum Kennedy Center, sum hevur navn eftir fyrrverandi forsetanum, John F. Kennedy, sum varð skotin til deyðis í 1963.

Trump valdi í fjør nýggjan stjóra og nevnd fyri Kennedy Center, sum valdi Trump sum nevndarformann, og tók nevndin síðani avgerð um at broyta navnið til The Trump Kennedy Center.

Men sambært økisdómaranum, hevði nevndin ikki heimild at broyta navnið uttan góðkenning frá Kongressini. Tí hevur Trump-umsitingin fingið boð um at taka navnið hjá Trump av bygninginum og strika allar almennar tilvísingar til "Trump Kennedy Center" innan 14 dagar, skrivar Ritzau.

Tað var Kongressin, sum gav stovninum navn eftir fyrrverandi forsetanum, og bert Kongressin kann broyta tað, sigur dómarin.

Avgerðin, sum var úrslitið av einum sakarmáli hjá demokratiska kongressliminum Joyce Beatty, fall ikki í góða jørð hjá Trump.

– Tíverri vilja dómarin og viðgongdi vinstravongurin heldur síggja staðið doyggja enn at lata Donald Trump forseta umskapa tað til nakað, sum øll kunnu vera errin av, skrivar Trump sjálvur á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

– Tað hevur ongantíð í søguni hjá USA verið ein forseti, sum er blivin so illa viðfarin av dómstólunum sum eg, skrivar hann víðari.

Kennedy Center lat upp í Washington D.C. í 1971 sum ein mentanarstovnur til minnis um John F. Kennedy. Navnið á stovninum varð broytt stutt eftir, at Trump varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð í januar 2025.

Trump fanst at stovninum fyri at loyva listafólki úr LGBT+-umhvørvinum framføra.

Í kjalarvørrinum á navnabroytingini hava flerii listafólk avlýst teirra framførslur í Kennedy Center. Eisini familjan hjá Kennedy hevur funnist at navnabroytingini, sum sambært teimum vanvirðir eftirmælið hjá John F. Kennedy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder