Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hert krøvini fyri at fáa eina friðaravtalu við Iran, siga trý ónevnd embætisfólk við amerikanska miðilin The New York Times.
USA hevur latið Iran eitt nýtt uppskot til eina avtalu. Einki verður sagt um, nær hetta er hent, ella hvørjar broytingar eru gjørdar í mun til onnur uppskot.
Tvey av embætisfólkunum siga tó, at Trump er stúrin um partin av einari møguligari avtalu, sum snýr seg um innifrysta ogn hjá Iran, og sambært einum embætisfólki hevur Trump verið ørkymlaður yvir, at tað hevur tikið Iran so langa tíð at svara amerikonsku uppskotunum.
Endamálið hjá Trump við at herða krøvini er møguliga at framskunda tilgongdina við at gera eina avtalu við Iran, sigur embætisfólkið.
Tvær keldur siga við amerikanska miðilin Axios, at Trump hevur broytt fleiri ásetingar í avtaluuppskotinum, m.a. ásetingarnar um iransku kjarnorkuætlanina.
Sambært Trump var tað fyri at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn, at USA og Ísrael framdu álop á Iran 28. februar. Iran hevur tó víst aftur, at endamálið við kjarnorkuætlanini er at menna kjarnorkuvápn, skrivar Ritzau.
Seinastu tíðina hava fleiri fráboðanir verið um, at ein møgulig avtala millum USA og Iran nærkaðist, men einki hald hevur verið í tí. Fyrst í apríl varð tó avtala gjørd um vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald