Uttanlands

Iran ikki álit á USA

Iran vil hava ítøkilig úrslit, sigur iranski tjóðartingsformaðurin og samráðingarleiðarin, Mohammad Baqer Qalibaf

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

2026-05-31 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur ikki álit á orð og lyfti hjá USA, sigur Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum og samráðingarleiðari hjá Iran.

– Tað er einki álit á orð og lyfti hjá fíggindanum. Okkara einasta treyt er at fáa ítøkilig úrslit, áðrenn vit halda okkara avtalur afturfyri, sigur hann sambært Ritzau.

USA og Iran royna at fáa í lag eina avtalu, sum fer at gera ein enda á krígnum millum londini, og sambært amerikonskum miðlum hevur amerikanski forsetin hert krøvini til Iran.

Qalibaf sigur, at Iran ikki fer at góðtaka eina avtalu, sum ikki kann tryggja rættindini hjá iranska fólkinum.

Les eisini: Keldur: Trump hert krøvini fyri avtalu við Iran

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder