Uttanlands

Fimti hvør dani kann verða innkallaður til herin

Tørvur er á fleiri ungum í herinum komandi árini, metir danska verjumálaráðið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-05-31 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skulu danir vera førir fyri at verja seg, er neyðugt at innkalla munandi fleiri til hertænastu í framtíðini, og framyvir kann tað enda við, at fimti hvør ungur dani verður innkallaður.

Tað vísa skjøl, sum DR hevur fingið innlit í.

Frá 2030 skal danski herurin brúka 6.500 herskyldig um árið. Frá 2033 verður hetta talið 10.000, og í 2035 metir danska verjumálaráðið, at tørvur er á 13.000 herskyldigum um árið. Seinastu árini hevur árliga talið ligið um 4.600.

Í fjør varð login broytt, soleiðis at ungar kvinnur, eins og ungir menn eisini verða innkallaðar, og frá í ár verður herskyldan long úr fýra upp í 11 mánaðir.

Danski herurin mælir eisini til, sambært DR, at fólk, sum hava gjørt herskyldu skulu vera tøk at verða kallað innaftur í herin, inntil tey eru fylt 65 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder