Nógvur ófriður var á gøtuni í Fraklandi í kjalarvørrinum á Champions League-sigrinum hjá PSG í gjárkvøldið, og nærum 800 fólk eru handtikin kring landið, upplýsir franska innlendismálaráðið sambært franska miðlinum France24.
Les eisini: PSG endurvann Champions League eftir drama
Yvir 200 fólk vórðu særd, m.a. í samanbrestum millum løgreglu og sivilfólk. Átta fólk vóru álvarsliga løstað, og ein ungur prutlførari lat lív í høvuðsstaðnum París.
Franski innlendismálaráðharrin sigur, at fráboðanir um stuldur hava verið í 15 býum, og at harðskapur varð skrásettur í 71 kommunum.
22.000 løgreglufólk vórðu send á gøtuna at handfara ófriðin.
Tilsamans 780 fólk vórðu handtikin, sum er 32 prosent fleiri enn eftir Champions League-finaluna í fjør, tá PSG eisini vann. Sambært miðlinum Le Monde vórðu 480 av handtøkunum framdar í París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald