Mentan

Smíl og tár - Starlight við nýggjum staklagi

Lagið, sum er tað triðja hjá bólkinum í ár, snýr seg um vinir, ið farnir eru, og um góð minnir um teir

2026-06-01 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 28. mai gav bólkurin Starlight út nýggja staklagið. "Smíl og Tár".

Talan er um fimta lagið, sum bólkurin gevur út, og ta triðja lagið hjá bólkinum í ár.

– Temaið í "Smíl og Tár" er minnini um ein góðan ungdómsvin. Flestu fólk kenna til at sakna onkran, sum tey hava kent væl, og sum nú farin er um sýn. Sangurin er um vinir, ið farnir eru, um góð minnir um teir, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.

Kári Lisberg gjørdi lagið, og Jóhan Martin Jacobsen setti orðini saman. Niclas Johannesen hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Manningin í Starlight er henda:
Jákup Hansen, sang og kórsang
Fimmboði Lisberg, sang, kórsang og kassaguitar
Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar
Kári Lisberg, bass
Sámal Samuelsen, trummur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder