Innanlands

Dánjal Samuelsen settur sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Hann hevur verið virkandi stjóri seinasta hálva árið

2026-06-01 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett Dánjal Samuelsen í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins, boðar Vinnumálaráðið frá í morgun.

13 umsóknir vóru til starvið.

Dánjal Samuelsen er 57 ára gamal og hevur starvast hjá Strandfaraskipum Landsins í útvið seks ár sum leiðslusamskipari og samferðsluleiðari. Seinasta hálva árið, umframt í øðrum tíðarbilum, hevur Dánjal verið virkandi stjóri á stovninum.

Dánjal hevur holla og breiða útbúgving innan virkisbúskap og kt frá Copenhagen Business School umframt í søgu og fólkalívsfrøði frá Fróðskaparsetrinum og lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

– Sum virkandi stjóri hevur Dánjal víst í verki, at hann hevur størstu virðing fyri alstóra týdningin sum Strandferðslan hevur fyri samfelagið, ikki minst fyri útjaðaran. Honum verður ynskt hepna hond í starvinum og bestu eydnu, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tíðindaskrivi frá Vinnumaláráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder