Løgreglan er enn ikki liðug við at kanna málið um óhappið, sum hendi í Vestmanna undir bátastevnuni har um miðjan mai, tá ein stuttleikabátur við rættiligari stórari ferð rendi á sjóverjuskipið Brimil, og fleiri fólk í bátinum máttu flytast á landssjúkrahúsið, harav ein í tyrlu.
Tað sermerkta við hendingini er, at ein teirra, sum var umborð á bátinum, sum rendi á, var stjórin á Vørn, og harvið ovasti stjórin á reiðarínum hjá Brimli.
Í dag hevur Uttanríkis- og fiskimálaráðið boðað frá, at Vørn skal hava nýggjan stjóra, tí Óli Hans Olsen hevur sagt seg úr starvi.
Av kanningardeildini hjá løgregluni verður sagt, at tey arbeiða framvegis við at kanna hvat hendi í Vestmanna henda leygardagin.
- Vit eru komin rættiliga langt við arbeiðinum, og rokna við at kunna lata ákæruvaldinum tilfarið til støðutakan áðrenn summarfrítíðina, sigur Rósa Eyðfinsdóttir, annar av leiðarunum á kanningardeildini hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald