Innanlands

Video: - Øgiligur kritikkur móti undanfarnu samgongu - nú skal Fólkaflokkurin prógva seg

- Um teir ikki gera tað, er tað óseriøst, sigur Heðin Zachariasen í Stjórnini á FM1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-06-01 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongan fer næstu tíðina at arbeiða við fíggjarlógini fyri 2027, og tað er eitt ávíst trýst á Sambandsflokkinum og ikki minst Fólkaflokkinum, heldur Heðin Zachariasen. Tað segði hann í Stjórnini, sum varð send á FM1 mikudagin.

- Fólkaflokkurin koyrdi øgiligt á, at man førdi ein vánaligan fíggjarpolitikk. Og nú sita teir við róðrið og skulu prógva, at tann politikkur sum tá varð førdur skal broyast. Haldi ikki, vit hava sæð nógv av tí higartil, men so er spurningurin hvusssu tað verður í heyst, tá fíggjarlógarupskotið kemur, segði Heðin Zachariasen.

- Um teir so ikki vísa tann kritikkin, sum teir høvdu tá í verki, so er tað óserøist, helt Heðin Zachariasen fyri og helt fram.

- Teir kunnu ikki koma við einari fíggjarlóg sum gevur undirskot. Inntøkurnar verða truplar at vaksa um, so tað er bara ein vegur har. Tað er at lækka útreiðslurnar.

Hoyr alla Stjórnina her

--

Authoriteturin hjá nýskipanarnevndini dalaður munandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder