Hann tykist at trívast væl í ferðsluni í stórbýnum.
Í dag hevur høvuðsstaðurin havt vitjan av einum trivaligum hvítum veðri, sum uttan at lata seg órógva av fólki ella nógvari ferðslu, hevur spáiað runt í havnargøtum.
Sambært myndum og fráboðanum og eftirlýsing av eigara, sum hava verið at sæð á Facebook í dag, hevur veðrurin ferðast av Debesartrøð, gjøgnum Magnus Heinasonargøtu og Bøkjarabrekku í miðbýnum, niðan á Háls til Óðinshædd, og hann virkar heilt óávirkaður av býarmeldrinum.
Myndirnar eru tiknar av Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald