Innanlands

Nýggj stjórn skipað í Danmark

Mette Frederiksen hevur í kvøld verið umborð á Dannebrog og kunnað kong um nýggju stjórnina, sum er skipað millum Sosialdemokratarnar, SF, Moderatarnar og Tey radikalu

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-06-01 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sosialdemokratarnir, SF, Moderatarnir og Tey radikalu skipa stjórn. Hesum hevur Mette Frederiksen boðað kongi frá í kvøld.

Mette Frederiksen var fyri løtu síðan umborð á Dannebrog, sum liggur við bryggju í Odense og hevði kunnaði kongi um gongdina í stjórnarsamráðingunum.

Tað eru 69 dagar síðani valið og ongantíð áður hava stjórnarsamráðingar tikið so langa tíð. Nú er so komið undir land við samgonguskjalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder