Arbeiðið í sambandi við byggingina av skúlanum í Leirvík gongur væl, sigur Kanjon sum er høvuðsarbeiðstakari.
Beint nú er betong- og elementarbeiði í gongd, og um góða gongdin heldur fram sum higartil, verður reisigildi hildið í heyst.
Verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.
Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.
Samlaði kostnaðurin er mettur at vera 95 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald