Uttanlands

Eindarlistin og Alternativið eru stuðulsflokkar

Flokkarnir ytst á vinstraveinginum verða stuðulsflokkar hjá nýggju donsku stjórnini

Fyrsti flokkur á fund á Marienborg í morgun var Eindarlistin. Her tosa Peder Hvelplund, Pelle Dragsted og Victoria Velásquez við miðlarnar áðrenn fundin (Mynd: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix)

Fyrsti flokkur á fund á Marienborg í morgun var Eindarlistin. Her tosa Peder Hvelplund, Pelle Dragsted og Victoria Velásquez við miðlarnar áðrenn fundin (Mynd: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix)

2026-06-02 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkarnir Enhedslisten og Alternatyvet, ytst á vinstraveinginum í donskum politikki, eru stuðulsflokkar hjá nýggju stjórnini hjá Mette Frederiksen.

Seinnapartin kl. 15 føroyska tíð fera stjórnarflokkarnir at kunngera grundarlagið undir stjórnini - samgonguskjalið – á tíðindafundi.

Alternativið hevur nú váttað fyri Ritzau, at flokkurin saman við Eindarlistanum er stuðulsflokkur hjá stjórnini.

Stjórnarflokkarnir, sosialdemokratarnir, SF, moderatarnir og tey Radikalu skipa stjórn við 82 sessum á fólkatingi eftir valið 24. mars. 179 sessir eru á fólkatingi, so tað krevur 90 fyri at hava meiriluta.

Fyri ikki at fáa meiriluta ímóti sær hevur fýraflokkastjórnin tí brúk fyri stuðli frá øðrum flokkum. Tað fáa tey nú frá teimum 11 hjá Eindarlistanum og 5 hjá Alternativinum.

Les eisini: Samgonguskjalið verður klárt seinnapartin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder