Uttanlands

Minst 13 fólk deyð í russiskum álopum

Russland sendi 656 álopsdronur og 73 rakettir móti Ukraina í nátt, sigur Zelenskij forseti í Ukraina

Olha Mudra og 6 ára gamla dóttirin, Nataliia, uttan fyri bumbaða íbúðarbygningin, sum tær búgva í (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

Olha Mudra og 6 ára gamla dóttirin, Nataliia, uttan fyri bumbaða íbúðarbygningin, sum tær búgva í (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-02 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 13 fólk hava latið lív í Ukraina orsaka av russiskum rakett- og dronuálopum. Níggju í Dnipro og fýra í høvuðsstaðnum, Kyiv. Talan er um ógvusligasta álopið á ukrainska høvuðsstaðin seinastu mánaðirnar.

Fleiri fólk fingu skaða, eisini børn, eftir at íbúðarhús vórðu rakt, og bjargingarlið hava í morgun leita í húsaleivdunum, eftir fólkum, ið møguliga lógu undir, skrivar BBC.

Loftávaringarnar ljóðaðu um tað mesta av landinum í morgun.

Russiska verjumálaráðið hevur sagt, at álopini eru svar upp á fleiri ukrainsk álop á Russland hesa seinastu tíðina.

Í farnu viku boðaði Moskva frá, at tey fóru at fremja skipað alop á Ukraina aftur fyri eitt álvarsligt álop á eitt skúlaheim í hersetta partinum av eystara Ukraina herfyri.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, heitti í nátt á borgararnar um av vera ansnir, tí roknast kundi við ógvusligum álopum frá russiskari síðu.

[object Object]Nógv fólk leitaðu sær skjól í hesari metro-støðini í Kyiv í nátt (Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

Í morgun upplýsti Zelenskij, at Russland hevði sent 656 álopsdronur og 73 rakettir av ymsum slag avstað móti Ukraina.

- Vit hava bráfeingis tørv á hjálp frá USA at veita okkum Patriot-skipanir, segði ukrainski forsetin, og skipaði til amerikanskan útbúnað, sum kann brúkast at órógva og tileinkisgera russiskar rakettir.

Eftir amerikansku og ísraelsku álopini á Iran, hevur Ukraina ikki havt eins góðar møguleikar at verja seg móti russiskum rakettum. Og síðan Trump forseti í fjør støðgaði veitingunum til Ukraina, hevur ukrainski herurin fingið amerikansku rakettirnar umvegis evropeiskar sameindar, sum hava keypt tær úr USA. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder