Mentan

Skráin til Tórshavnar jazz fólka- og bluesfestival klár

Danska jazzsangarinnan, Nana Rashid, er høvuðsnavn á festivalinum, sum verður 2. til 4. juli

Nana Rachid

Nana Rachid

2026-06-02 10:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danska sangstjørnan Nana Rashid, Tórshavnar bigband, vísukvøld við Edith Dahl Jakobsen og føroyskt/týski bólkurin Larceny eru millum høvuðsnøvnini á Tórshavnar jass fólka- og bluesfestivali í ár.

Festivalurin verður hildin í Havn 2. til 4. juli.

Eftir stórfingnu móttøkuna í fjør verður festivalurin í ár víðkaður til tríggjar dagar. Festivalskráin er ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues, og skráin umboðar tað besta av tí besta. Aftur í ár er ókeypis atgongd til ein stóran part av skránni.

[object Object]Jensina Olsen

Perlupallurin til børnini

Í ár fáa børnini sín egna pall, Perlupallin. Perlupallurin er eitt fevnandi og stuttligt stað hjá børnum og familjum at hoyra tónleik, dansa og hugna sær saman. Jensina Olsen og Supervisjón fara at framføra á Perlupallinum, eins og nýstovnaða orkestrið Blátt Blás, sum er bólkur við ungum næmingum á Tórshavnar musikkskúla.

Barnatiltakið endar við at vit fara uppá gólv saman við Havnar Dansifelag, sum skipa fyri føroyskum barnadansi. Øll tiltøkini, uttan konsertin við Jensinu, eru ókeypis.

- Vit eru fegin um at fólk hava tikið so væl í móti festivalinum. Í ár gleða vit okkum serliga til at uppliva sangarinnuna Nanu Rashid. Hon er heilt fantastisk og er væl á veg til at gerast ein heimsstjørna. Eisini eru vit ordiliga spent at síggja, hvussu børnini fara at taka ímóti nýggja Perlupallinum, siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum.

Jazzpass

Sum nakað nýtt ber í ár til at keypa eitt jazzpass sum gevur atgongd til allar gjaldskonsertir á festivalinum. Við jazzpassi fáa áhoyrararnir 60 prosent í avsláttri av samlaða atgongumerkjaprísinum og tríggjar dagar av tónleiki í serklassa.

Spælistøð

Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, Havnar kirkju, í Perluni og uttanfyri, í Blábar og í Norðurlandahúsinum.

Øll skráin sæst á torshavnjazzfolkblues.carrd.co og á Facebook síðuni hjá festivalinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder