Landsrokniskapurin hildnaðist betri enn væntað. Samlað hevði fíggjarlógin eitt hall upp á 156 milliónir krónur, men nú tá avtornaði lupu 11 milliónir krónur av.
Roknskapurin er latin løgtinginum.
Inntøkurnar vóru 92 mió. kr. hægri enn mett, og útreiðslurnar 75 mió.kr. lægri enn játtað, tilsamans 167 mió. kr.
Samlaðu inntøkurnar frá skatti, avgjøldum, ríkisstuðli og øðrum vóru umleið 7,5 mia. kr. Samlaður útreiðslurnar vóru somuleiðis út við 7,5 mia. kr.
Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið (RLÚ1) fyri 2025 var 11 mió. kr. Tað er heldur frægari enn í 2024, tá ið úrslitið var eitt hall á 172 mió.kr.
- Vit kunnu øll fegnast um, at eitt lítið avlop var í 2025, men vit vita eisini øll um avbjóðingarnar, sum landskassin hevur fyri framman. Aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd, og samgongan hevur sett sær fyri at reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk bæði nú og frameftir, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald