Fríggjakvøldið 5. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn – eitt av størstu og best umtóktu mentanartiltøkunum í Føroyum. Síðani fyrsta Mentanarnáttin varð hildin í 2001, hevur tiltakið ment seg til ein fastan tátt í havnarlívinum og verður ofta rópt „lítla ólavsøka“ fyri sín fjølbroytta og lívliga dám. Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið.
– Mentanarnáttin er eitt heilt serligt kvøld, har býurin veruliga kemur til lívs og hol verður sett á summarið. Tað eru nógv ymisk fólk, feløg, stovnar og fyritøkur, sum leggja nógv arbeiði í at skapa upplivingar fyri gestirnar, og tað er júst tað fjølbroytni og tann felagsskapurin, sum gera Mentanarnáttina so serstaka, sigur Siri S. Hansen, varastjóri á Visit Tórshavn.
Mentanarnáttin verður sett á Vaglinum klokkan 18. Havnar Hornorkestur setur hýrin við tónleiki undan setanini, og síðan heldur Dánjal á Neystabø setanarrøðu. Eftir setanina fer útgávuaktuella Marianna Winter á pallin við nøkrum av sínum løgum.
– Skráin í ár vísir vavið av mentanarlívinum í Havn. Her eru bæði afturvendandi favorittar og nýggj tiltøk, og so hava handlarnir eisini longri opið, sigur Siri S. Hansen.
Hóast setanin er klokkan 18, byrja fleiri tiltøk fyrr. Millum annað verður súkklutiltak, opið hús á Listasavni Føroya og Føroya Sjósavni, meðan Landssjúkrahúsið bjóðar børnunum á bamsuskaðastovu og rundvísing í H-bygninginum. Tónleikur verður eisini ein týðandi partur av skránni, har millum annað Tutl skipar fyri útgávukonsertum, og fleiri konsertir verða kring miðbýin gjøgnum kvøldið.
Flestu tiltøkini eru savnað í miðbýnum, men nógv er eisini at uppliva aðrastaðni í Havnini. Tað ger Mentanarnáttina til eitt serligt kvøld, har fólk kunnu uppliva býin frá nýggjum sjónarhornum og fáa innlit í tað fjølbroytta mentanarlívið, sum Havnin hevur at bjóða.
– Tað er altíð hugtakandi at síggja, hvussu nógv ymisk tiltøk vaksa fram henda dagin. Frá tónleiki og list til barnatiltøk, rundvísingar og opið hús – tað er nakað fyri øll, sigur Siri S. Hansen.
Til ber at síggja alla skránna og leita eftir tiltøkum á mentanarnattin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald