Innanlands

Ósemja um dypp í Tórshavnar kommunu

Sp/f Sauna dypp hevur stevnt kommununi eftir 1,9 milliónum krónum. Ein upphædd, sum felagið metir vera mist inntøka

Sp/f Sauna Dypp hevur virksemi á Glyvrum, men vann í fjør útboð í Álakeri í Havn (Mynd: Saunadypp)

Sp/f Sauna Dypp hevur virksemi á Glyvrum, men vann í fjør útboð í Álakeri í Havn (Mynd: Saunadypp)

2026-06-02 21:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Smápartafelagið Sauna Dypp vann í august í fjør útboð um vælveruøki í Álakeri í Havn, men síðan hevur ósemja tikið seg upp.

Hetta vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í málið. Tað vísir, at Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu fyri 1,9 milliónir krónur, sum skal vera upphæddin, sum felagið hevur mist í inntøku.

Sauna Dypp vann útboðið í Álakeri, og tekniski stjórin, havnastjórin og býararkitekturin mæla til, at leigusáttmáli verður gjørdur við vinnararnar. Men tá málið kemur fyri býráðið fyrst í september mælir byggi- og býarskipanarnevndin at samtykkja, at taka av tilboðnum frá øðrum veitara - felagið sum í fyrsta umfari hevði tapt útbjóðingina.

Síðst í september avgerð ein meiriluti í byggi og býarskipanarnevndini, at leigusáttmáli ikki verður gjørdur við upprunaliga vinnaran, men at útboðið verður trekt aftur, og at nýtt útboð verður skipað. Í desembermánað stevnir Sp/f Sauna Dypp kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder