Innanlands

Váðaráðið fyri komandi fýra árini tilnevnt

Limirnir eru Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, Torben Magnus Andersen, phd og professari á Århus Universiteti, Björn Rúnar Guðmundsson, serfrøðingur hjá Hagstofa Íslands, Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-03 07:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgmaður hevur nú valt limirnar, ið skulu manna Føroya váðaráð komandi fýra árini.

Sambært § 22 í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 5. mai 2021 skal løgmaður velja limir í váðaráðið eftir tilmælum frá Landsbanka Føroya (2 limir og 2 varalimir), Búskaparráðnum (1 lim og 1 varalim) og landsstýrismanninum í vinnumálum (2 limir og 2 varalimir).

Limirnir í Føroya Váðaráð eru:

  • Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, og Ester Hansen, ráðgevi í Landsbanka Føroya, varalimur
  • Torben Magnus Andersen, phd og professari á Århus Universiteti, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, varalimur
  • Björn Rúnar Guðmundsson, serfrøðingur hjá Hagstofa Íslands, og Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, varalimur
  • Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, og Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi í Tryggingareftirlitinum, varalimur
  • Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, og Jóanna Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, varalimur

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder