Innanlands

Enn ein ferðaleiðari handtikin

Í gjár varð ein ES-borgari handtikin fyri at virka sum ferðaleiðari uttan arbeiðsloyvi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-03 07:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur løgreglan handtikið fleiri útlendskar ferðaleiðarar fyri at arbeiða í Føroyum uttan loyvi, og í gjár hendi tað aftur.

Talan er hesa ferð um ein ES-borgara, sum ikki er norðurlendingur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Viðkomandi hevur sitið í arrestini í nátt, og er løgreglan í ferð við at kanna málið.

M.a. skal kannast, um ferðaleiðarin hevur havt egna fyritøku, ella um hann hevur arbeitt fyri onkran annan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder