Í dag er kunngjørt, hvørjir ráðharrarnar eru í nýggju stjórnini hjá Sosialdemokratunum, Sosialistiska fólkadflokkinum, Moderatunum og Teimum radikalu.
Mánakvøldið varð boðað frá, at nýggj stjórn verður skipað í Danmark, og klokkan níggju tekur Fríðrikur kongur ímóti nýggju stjórnini á Amalienborg, har nýggir ráðharrar formliga skulu tilnevnast av kongi, skrivar DR.
Áðrenn hetta hittast ráðharrar í forsætismálaráðnum, og seinni í dag, klokkan 10.45 tekur kongur ímóti fráfarandi stjórnini.
Ráðharrarnir í nýggju stjórnini telja 21, sum er færri enn í fráfarandi stjórnini, sum hevur 25.
Les eisini: Ókeypis tannrøkt, mvg-frítøka og ókeypis bussar til ung
DR hevur fingið nøvnini á nýggju ráðharrunum, og greitt er m.a., at Mette Frederiksen, forkvinna hjá Sosialdemokratunum heldur fram sum forsætisráðharri, og at Lars Løkke Rasmussen formaður hjá Moderatunum heldur fram sum uttanríkismálaráðharri.
Pia Olsen Dyhr, forkvinna í Sosialistiska fólkaflokkinum verður búskapar- og innanríkismálaráðharri, og formaðurin hjá Teimum Radikalu, Martin Lidegaard verður vinnumálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald