2026-06-03 10:52
Nýggja stjórnin, sum tekur við í Danmark í dag, hevur 21 ráðharrar, og 11 av teimum eru kvinnur.
Sambært donskum miðlum er hetta fyrstu ferð, at kvinnur hava meirilutan í einari danskari stjórn.
Nýggja stjórnin:
- Forsætisráðharri: Mette Frederiksen (S)
- Búskapar- og innanríkismálaráðharri: Pia Olsen Dyhr (SF)
- Uttanríkismálaráðharri: Lars Løkke Rasmussen (M)
- Vinnumálaráðharri: Martin Lidegaard (R)
- Fíggjarmálaráðharri: Peter Hummelgaard (S)
- Løgmálaráðharri: Nicolai Wammen (S)
- Granskingar- útbúgvingar- og talgildingarmálaráðharri: Christina Egelund (M)
- Veðurlags- og orkumálaráðharri: Samira Nawa (R)
- Býar- land- og flutningsmálaráðharri: Signe Munk (SF)
- Útlendinga- og integratiónsmálaráðharri: Morten Bødskov (S)
- Undirvísingarmálaráðharri: Magnus Heinicke (S)
- Arbeiðs- og javnstøðumálaráðharri: Ane Halsboe-Jørgensen (S)
- Verjumálaráðharri: Jeppe Bruus (S)
- Skattamálaráðharri: Jakob Engel-Schmidt (M)
- Heilsu- og kirkjumálaráðharri: Ida Auken (S)
- Ráðharri fyri núttúru- og djóravælferð:Christian Rabjerg Madsen (S)
- Mentamálaráðharri: Zenia Stampe (R)
- Ráðharri fyri samfelagstrygd og tilbúgvingar: Lisbeth Bech-Nielsen (SF)
- Barna-, eldra- og bústaðamálaráðharri: Jacob Mark (SF)
- Almannamálaráðharri og ráðharri fyri norðurlendskt samstarv: Monika Rubin (M)
- Umhvørvismálaráðharri: Maria Reumert Gjerding
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald