Heili fimm málningar eftir hjá listamálaranum Samuel Joensen-Mikines umframt málningar hjá Ingálvi av Reyni og William Heinesen, eru til sølu, tá danska felagið Bruun Rasmussen hevur eina røð av málningum innan modernaða list til sølu 17. juni.
Talan er um tríggjar málningar, sum Mikines málaði í 1930, ein frá 1958 og ein frá 1960.
Ein av málningunum er av einum bygdalagi, meðan hinir fýra eru landsløg við fjøllum og havi.
Hægst meting hevur ein landslagsmálningur frá 1958, 95x110 sentimetrar til støddar, har útsýnið er fram við einum bergi í Mykinesi. Málningurin er mettur til 100.000 krónur.
Næsthægst meting hevur ein málningur av Mykinesbygd frá 1960 við somu stødd. Hann er mettur til millum 75.000 og 100.000 krónur.
Teir tríggir málningarnir frá 1930 er ikki líka høgt í metum, men heldur ikki líka stórir.
Ein málningur á 56x71 sentimetrar, helst av økinum har lendingin í Mykinesi er, er mettur til 40.000 krónur, ein málningur har aldur síggjast bróta inn móti fjøruni, er mettur til millum 30.000 og 40.000 krónur og ein málningur av sjógvi er mettur til millum 20.000 og 25.000 krónur.
William og Ingálvur eisini við
Tveir aðrir mætir føroyskir listamenn eru eisini til sølu hjá Bruun Rasmussen 17. juni. Eisini her er talan um málningar, sum vísa stórbæru føroysku náttúruna.
Annar er eftir William Heinesen. Ein landslagsmynd, har sjógvur og berg síggjast. Enska heitið er ‘Rainshowers over Sea’ – ‘helst úr Suðuroy’, sum tað stendur í søluskránni – er mettur til millum 60.000 og 80.000 krónur. Støddin á hesum málninginum er 95x100 sentimetrar.
Signatururin er WH, men her er einki árstal.
Og so er eisini møguligt at ogna sær ein málning hjá Ingálvi av Reyni. Málningurin frá 1955 vísir eisini sjógv og berg, men her er eisini ein slupp og tvey fólk á myndini. “A couple by the Sea” er heitið, støddin er 70x95 sentimetrar og metingin sigur millum 50.000 og 60.000 krónur.
Øll skráin fyri uppboðssøluna 17. juni
-
Ingálvur av Reyni. Mettur til 50.000 til 60.000 krónur
-
William Heinesen. Mettur til 60.000 til 80.000 krónur
-
Sámal Joensen-Mikines. Mettur til 100.000 krónur
-
Sámal Joensen-Mikines, mettur til 75.000-100.000 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald