Í hesum sambandi vitjaði hann eisini í Løgtinginum, har hann hitti Johan Dahl, løgtingsformann og formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen.
Løgtingsformaðurin og sendiharrin skiftu eitt nú orð um søguligu bondini millum Føroyar og Spania á vinnuøkinum; fiskivinnu og skipasmíð. Harumframt skiftu teir eisini orð um, hvar møguleikar kunnu vera fyri øktum samstarvi landanna millum, skrivar Løgtingið.
Á fundinum við formannin í Uttanlandsnevndini vórðu eitt nú handilsviðurskiftini millum Føroyar og ES umrødd.
Í hesum sambandi nýtti formaðurin í Uttanlandsnevndini høvið at vísa á góðu gongdina við vaksandi út- og innflutningi millum Føroyar og Spania. Eisini varð týdningurin av fríhandilssáttmálum nevndur og umrøddur.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini legði dent á týdningin fyri Føroyar at fáa útskift handilssáttmálan við ES við ein fríhandilssáttmála. Hann vísti á, at umleið helvtin av bæði út- og innflutningi Føroya er til og úr ES.
Sendiharrin spurdi eisini um støðuna í sambandi við Føroyar og Russland. Her vísti formaðurin í Uttanlandsnevndini á, at Føroyar hava sett somu avmarkingar í verk mótvegis Russlandi, sum ES hevur sett í verk – tiltøk, ið ikki umfata mat.
Eisini var trygdarstøðan í Evropa umrødd, herundir týdningurin av, at Evropa styrkir verjustøðuna, og um týdningin av einum sameindum Nato, skrivar Løgtingið.
![]()
(Mynd: Logting.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald