Innanlands

Vágs kommuna: Hvør skal heiðrast á ársins Ljósfest?

Nú ber til at tilnevna fólk, sum hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág

Eyðbritt Krosslá, Bogi Mortensen og Páll Leo vórðu heiðrað í fjør (Mynd: Vágs kommuna)

Eyðbritt Krosslá, Bogi Mortensen og Páll Leo vórðu heiðrað í fjør (Mynd: Vágs kommuna)

2026-06-03 19:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at tilnevna fólk at heiðra á Ljósfestini, sum verður í Vági 14. - 16. august.

Á skránni verður tónleikur og mangt annað. Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág, og í sambandi við ársins Ljósfest, er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs Kommunu.

Øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta her. Freistin at tilnevna er 17. juni, skrivar Vágs kommuna.

Tann, ið tilnevndur verður, skal hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág, gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðinum, og sterkt tilknýti til Vág.

Í 2021, 2022, 2023, 2024 og 2025 heiðraði Vágs Kommuna: Niels Petur Nolsøe, Poul Andreasen, Robert McBirnie, Ingeborg Vinther, Jonhild Kjærbo, Jórun Hansen, Gudmund Jacobsen Frelsunarherin, Sævar Haldórsson, Páll Leo og Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen fyri teirra íkast á lívsleiðini fyri Vágsbygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder