Uttanlands

– Iran fer ikki at ogna sær kjarnorkuvápn

Amerikanski forsetin sigur, at Iran hevur játtað ikki at ogna sær kjarnorkuvápn, og at ovasti leiðarin í Iran er partur av samráðingunum við USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-03 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur játtað ikki at ogna sær kjarnorkuvápn, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í samrøðu í podvarpinum "Pod Force One" sambært tíðindastovuni Reuters.

Trump sigur eisini, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei er partur av samráðingunum við USA um at fáa ein enda á krígnum í Iran.

Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at hann helst sjálvur fer at hitta leiðaran í Iran.

USA og Ísrael hava lagt Iran undir at royna at menna kjarnorkuvápn, men Iran hevur tvíhildið um, at iranska kjarnorkuætlanin bert hevur friðarlig endamál.

Hesar skuldsetingar vóru orsøkin til, at USA og Ísrael í fjør lupu á iransk kjarnorkuverk í juni í fjør, og undan núverandi krígnum, sum byrjaði við álopinum á Iran 28. februar, hevur Trump ávarað um, at Iran arbeiddi við at byggja kjarnorkuætlanina uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder