Uttanlands

– Ætli mær at sita alt valskeiðið

Tað sigur Mette Frederiksen, sum fer undir triðja valskeiðið sum stjórnarleiðari

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-06-03 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mette Frederiksen, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2019, er í dag farin undir sítt triðja valskeið sum danskur stjórnarleiðari, og hon ætlar sær at verða sitandi alt valskeiðið.

– Eg havi í øllum førum ongar ætlanir um nakað annað, segði hon við danskar miðlar týsdagin.

Mette Frederiksen er áður sett í samband við fleiri altjóða leiðslustørv bæði í verjusamgonguni Nato og ES, men hon hevur víst aftur, at hon skal hava ætlanir um at fara nakran veg.

– Eg skilji væl, at mann kanska kann spyrja ein forsætisráðharra í endanum av einum valskeiði, men tað er kanska eitt sindur løgið at spyrja, tann dagin, tá vit leggja fram samgonguskjalið, um eg ætli mær at gera nakað annað, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi, tá samgonguskjalið varð lagt fram.

– Eg eri ikki á veg burtur, endurtók hon og legði afturat at hon er errin av nýggja samgonguskjalinum, sum sambært henni er tað besta, hon hevur verið við til at orða.

Nýggja stjórnin hjá Sosialdemokratunum, Sosialistiska fólkaflokkinum, Moderatunum og Teimum radikalu hevur tikið við í dag. Yvirlit yvir ráðharrarnar, sum eru 21 í tali, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder