Hon var seks ára gomul, tá húskið flutti úr Svartfjallalandi, Montenegro, til Danmarkar.
"Hjem" verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 10. juni kl 20:00.
Nýggi danski spælifilmurin, "Hjem", tekur við í 1991, tá stríð er á Balkan og alt syndrast í kríggi. Vónleysa støðan ger, at seks ára gamla Maja fer við foreldrunum til Danmarkar, meðan teir báðir beiggjarnir eru eftir, men skjótt skulu verða aftur saman við teimum.
Men lovaða landið, Danmark, er ein avbjóðing hjá tilflytarunum, og serliga Maju, sum undrandi eygleiðir foreldrini, tá tey í einum og øllum laga seg til atferð og siðir í nýggja landinum.
Meðan mamman og pápin stríðast fyri uppihaldinum, og mugu sanna at nýggja landið er ikki eitt ævintýraland, kemur Maja skjótt eftir fremmanda danska málinum, og verður vaksnamannaálitið hjá foreldrunum.
Nógv ár seinni er hon kend listakvinna í Danmark. Men undir listaligu eydnuni er ein syndran av gleðiskensluni, sum fer frá gleði til sorg og aftur til takksemi fyri nýggja lívið, hon hevur fingið, og tað strev, foreldrini hava tikið á seg, so hon sjálv kundi fáa eitt sorgleyst lív - men alt hevur ein prís.
Leikarar í nýggja danska spælifilminum, "Hjem", eru Dejan Cukic, Jesper Christensen, Claes Bang, Zlatko Burić, Jesper Christensen, Nada Sargin og Trine Dyrholm.
Filmsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald