Innanlands

Handtikin fyri herverk - og sló eitt løgreglufólk

Ein maður varð handtikin fyri at gera herverk á ein bil, og síðani legði hann á eitt løgreglufólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-04 08:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður er skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki í nátt.

Viðkomandi varð handtikin í sambandi við eitt mál um herverk, sum varð fráboðað í Leirvík klokkan hálvgum fýra í nátt.

Eigarin av einum bili ringdi til løgregluna um, at onkur var í ferð við at gera herverk á bilin. Eigarin visti, hvør hevði gjørt tað, og tá løgreglan kom á staðið, megnaði hon at finna fram til mannin.

Maðurin, sum hevði sparkað bilin og knúst eitt síðuspegl, bleiv handtikin um fimm-tíðina. Tá legði hann á eitt løgreglufólk. Løgreglufólkið, sum bleiv sligið, fekk tó ikki stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin bleiv tikin við á løgreglustøðina, og tá hann bleiv kannaður av lækna var mett, at hann skuldi innlaggjast á Landssjúkrahúsið. Hann verður avhoyrdur seinni.

Í sambandi við herverkið eru nummarpláturnar á bilinum eisini horvnar, so um onkur í økinum sær eitt sett av nummarplátum liggja onkunstaðni, mugu tey gjarna siga frá, leggur vaktleiðarin afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder