2026-06-04 08:40
Um klokkan 11 fyrrapartin í gjár varð boðað frá eldi á smoltstøðini á Fútakletti.
Boðað varð frá nógvum royki. Sløkkiliðið varð sent á staðið, men eldurin varð longu sløktur, tá tey komu á staðið.
Tað vísti tað seg, at tað var skammlop í einari eldós uppiundir takinum, sum var orsøkin til eldin.
Tað var eitt sindur av materiellum skaða, men hvørki smolt ella fólk fingu skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald