Innanlands

Misti tamarhaldið á bilinum

Í nátt varð boðað frá ferðsluóhappi, sum tó ongan fólkaskaða hevði við sær, hóast bilurin fór illa

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-04 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan hálvgum fýra í nátt hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Sundsverkið, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum.

Bilurin fór runt og endaði inni í bilverjuni.

Tvey fólk vóru í bilinum, men tey fingu ongan skaða, hóast bilurin fór illa, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin leggur afturat, at førarin var edrúur og hevði galdandi koyrikort.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder