Mentan

Miriam & Janus lýsa tað mystisku føroysku náttúruna

Á Mentanarnáttini 5. juni verður ein forkunnug myndaframsýning í hølunum hjá Myndaboks

2026-06-04 11:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Mentanarnáttini 5. juni verður ein forkunnug myndaframsýning í hølunum hjá Myndaboks í Tórsgøtu 16 í Havn.

Tað eru Miriam & Janus, sum standa aftan fyri framsýningina. Við myndunum vilja tey lýsa Føroyar, føroysku náttúruna og tað serliga, mystiska huglagið, sum eyðkennir oyggjarnar.

– Vit elska Føroyar og tað huglagið, vit uppliva her. Vit hava ikki hitan og sólina, sum ein finnur sunnanfyri, men vit hava nakað heilt serligt. Tað vilja vit lýsa við hesum myndunum, sigur Miriam.

Framsýningin leggur dent á eina aðra uppliving av Føroyum enn ta skjótu ferðina frá einum kendum staði til annað. Sambært Miriam og Janus snýr tað seg um at skrúva ferðina niður og geva sær tíð til at merkja náttúruna og stemningin.

– Ein upplivir ikki Føroyar til fulnar við at koma á eina snarferð og skunda sær at avmynda átta støð. Essensurin í at njóta Føroyar er at seta ferðina niður. Vit kenna øll tað føroyska huglagið, sum bretar so væl hava sett orð á: ‘the land of maybe’. Her ræður náttúran, og júst tað ynskja vit at vísa í myndunum, siga tey.

Framsýningin er eisini ein søluframsýning, har føroyingar og útlendingar fáa møguleika at ogna sær ein part av føroysku náttúruni til heimið. Myndirnar eru rammaðar inn í hondgjørdar rammur, sum Miriam & Janus sjálvi hava gjørt, og eru vardar við museumsglasi.

Fyri nøkrum árum síðani høvdu tey eina framsýning við nektarmyndum, sum varð væl vitjað. Tá komu fleiri enn 1500 fólk á gátt, og tey vænta aftur nógvar vitjandi hesa ferð.

Framsýningin letur upp á Mentanarnáttini, fríggjadagin 5. juni, og er opin frá kl. 17.00 til 23.00 í hølunum hjá Myndaboks, Tórsgøtu 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder