Innanlands

Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár

Greinarøð um partabrøv: Gongdin í partabrævasamsansetingini sum vit gjørdu um ársskiftið hevur verið skiftandi fyrstu fimm mánaðirnar

2026-06-04 12:57 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Gongdin í teimum 12 partabrøvunum, sum vit hava valt at fylgja hevur verið sera skiftandi fyrstu fimm mánaðirnar.

Orsøkin hevur serliga verið krígsstøðan í Iran og stongsulin av Hormuzsundinum, sum hevur givið stórar ringvirkningar, eisini á keypsskálunum kring heimin.

Gongdin í okkara partabrævasamaseting í 2026 
Aftaná ein góðan januarmánað hava februar og mars mánaðirnir sum heild verið vánaligir. Tó hevur okkara partabrævasamanseting rættað seg rímuliga væl aftur í mai mánaði og liggur nú á einum samlaðum avkasti upp á +4,34 prosent uttan vinningsbýti og +6,53% við vinningsbýti (tó uttan skatt). Nevnast kann t.d. at danska OMX C25 indexið í sama tíðarskeiðið hevði eitt samlað kursfall á -2,12 prosent.

Gongdin í okkara íløgu, kann siggjast í tabell uppgerðini niðanfyri:

[object Object]Trýst á myndina fyri at vísa størri

Sum sæst á uppgerðini omanfyri er ta sera misjavnt hvussu hevur gingið hjá teimum feløgum, sum vit valdu at gerða íløgur í. Av teimum 12 partabrøvunum hava seks partabrøv positivan kursvøkstur, meðan seks partabrøv hava fall í kursvirðinum.

ABB, ISS, D/S Norden, Siemens hava havt størsta kursvøksturin
Tað hevur gingið sera væl hjá svenska/sveisiska felagnum ABB Ltd.  Kursvøksturin fyrstu fimm mánaðirnar hevur verið heili 44 prosent.   

Felagið ISS hevði ein kursvøkstur á 22 prosent.

Shippingfelagið D/S Norden hevur somuleiðis givið ein góðan kursvøkstur á 18 prosent.

Og stóra týska industri felagið Siemens hevði ein kursvøkstur á 14 prosent.

Føroya Banki, Novo Nordisk, GN Store Nord og Mowi og Bakkafrost hava víst kursfall
Føroya Banki, sum hevði ein sera góðan kursvinning í 2025 við 78 prosent, hevur higartil í 2026 havt eitt kursfall á -12,3 prosent. Tó má viðmerkjast, at Føroya Banki á aðalfundinum útlutaði 36,41 kr. pr. partabræv út til sínar partaeigarar og tí er kursurin nattúrligani fallin. Íroknað útgoldið vinningsbýti er talan um ein lítlan kursvinning á +0,33 prosent. fyrstu fimm mánaðirnar.

Novo Nordisk, sum hevur haft sera stór fall á -48,4 prosent í 2025 og eisini fyrstu mánaðirnar í 2026, hevur rættað seg nakað aftur. Novo hevur eitt samlað kursfall í 2026 á -10,8%. Leggjast skal afturat Novo er vaksið í kursvirði síðstu tríggjar mánaðirnar við +18 prosentum.

GN Store Nord hevur eitt fall á -7,8 prosent.  Amerikanski stórbankin JPMorgan hevur hækkað sítt kursmál á GN Store Nord til 130 í mun til núverandi kurs á 98,30.

Alirisin Mowi hevur eitt kursfall í 2026 higartil á -7,8 prosent. Tá skal viðmerkjast íroknað er, at norska krónan NOK í tíðarskeiðinum er styrknað við +9,8 prosentum. Vit meta, at Mowi framvegis er eitt áhugavert keyp grundað á stóru støddina, og at P/E liggur á 11,4, sum er rímuliga lágt.

Føroyska Bakkafrost hevur eisini havt fyrimunir av, at norska krónan er styrknað við +9,8 prosentum, tá kursvirði er í NOK, meðan okkara íløga er í DKK.

Kursfallið pr. 29.mai hjá Bakkafrost var -2,5 prosent í donskum krónum. Annars hevði Bakkafrost eitt nakað betur rakstrarúrslit fyrsta ársfjóring 2026, enn marknaðurin hevði mett.   

Vit trúgva framvegs uppá, at Bakkafrost við hækkandi laksaprísum í 2026, øktari framleiðslu við stórum smoltum og ikki minst við betrandi úrslitum í Skotlandi, kann verða ein skilagóð partabrævaíløga næstu árini.

Møguligar broytingar í partabrævasamanseting
Fyribils gerða vit ongar broytingar í okkara partabrævasamanseting, men fara at fylgja partabrævagongdini.

Aðrar greinar um íløgur í partabrøv

Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv


--

Ábyrgdarfráskriving

Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.

--

[object Object]
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder