2026-06-04 16:46
Í morgin er mentanarnátt í høvuðsstaðnum, og í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn.
Parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið er longu stongt frá klokkan 12, og aðrir vegir eru stongdir frá annaðhvørt klokkan 14 ella 17 fram til klokkan tvey leygarnáttina, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vegir stongdir klokkan 14-02:
Tórsgøta frá Steinatúni oman til Vágsbotn
- Mylnugøta
- Sverrisgøta frá Tróndargøtu til Tinghúsvegin
- Magnus Heinarsonargøta
- Bryggjubakki frá Vágsbotni til Bringsnagøtu
- Vágsbotnur frá Bøgøtu
- Undir Bryggjubakka
- Áarvegur
- Koparvegur
- Niels Finsens gøta frá Steinatúni oman til Vaglið
Vegir stongdir klokkan 17-02:
- Bøgøta
- Tróndargøta til Jóannesar Paturssonar gøtu
- Doktara Jakobsens gøta
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald