Uttanlands

– Grønland er partur av Danmark - í løtuni

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin er jaligur um samrøður millum USA, Grønland og Danmark

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-04 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio í Umboðsmannatinginum varð spurdur, um hann var greiður yvir, at Grønland, sum amerikanski forsetin fleiri ferðir hevur boðað frá, at hann ynskir at yvirtaka, er partur av danska kongaríkinum, var stutta svar hansara: "Í løtuni".

Hann var eisini jaligur um samráðingarnar millum USA, Grønland og Danmark, tá kongresslimurin, Sarah McBride spurdi hann um Grønland.

McBride, sum er demokratur og umboðar statin Delaware, spurdi, sambært Ritzau, um USA noyðist at eiga land í Nato fyri at verja tað.

Svarið hjá Rubio var, at USA hevur samrøður við Grønland og Danmark um nýtslu av Grønlandi til "kollektiva verju".

McBride spurdi eisini til eina útsøgn hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Trump hevur sagt, at landøki er lættari at verja, tá mann eigur tað, og hetta segði Rubio seg taka undir við.

– Forsetin hevur ta fatan, at tað er nógv lættari at verja tað, tá mann hevur fult ræði og tamarhald á tí, segði Rubio.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin legði afturat, at samrøður eru í gongd millum USA, Danmark og Grønland, og heldur hann, at USA einaferð fær nøkur góð tíðindi hesum viðvíkjandi.

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Múte B. Egede skrivar á Facebook eitt svar til útsøgnina hjá Rubio:

– Grønland tekur avgerð um framtíðina hjá Grønlandi. Soleiðis hevur tað verið, soleiðis er tað, og soleiðis verður eisini í framtíðini. Seinastu útsagnirnar úr USA broyta einki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder