Á fundi í Tjóðsavninum 12. mars í fjør, har flestu bygdasøvnini í landinum vóru samlað til fundar, var tikin avgerð um, at stovna eitt landsfelag fyri bygdarsøvnini í Føroyum.
Ein fyrireikingarnevnd varð sett við sjey limum, ein úr hvørjari av teimum gomlu sýslunum: Maud Næs, Suðuroy, Tummas Løkjá, Sandoy, Vígdis Bjarnadóttir, Suðurstreym, Annfinn E. Dam, Norðstreym, Sonni Jacobsen, Vágar, Herdis Jensen, Eysturoy og Helena Klein Sundskarð, Norðoyggjar.
Fyrireikingarnevndin skipaði seg við Sonna Jacobsen sum formanni, Herdis Jensen sum næstforkvinnu og Vígdis Bjarnadóttir sum skrivara. Nevndin hevði fleiri fundir í 2025 og í byrjanini av 2026, har m.a. lóg fyri felagið varð evnað til. Har løgfrøðingur eisini var inni í málinum.
Á aðalfundi 21. apríl var nevnd vald, har tó tey flestu úr fyrireikingarnevndini hildu fram.
Hartil vórðu eykanevndarlimir valdir fyri hvørt øki. Og á aðalfundinum var lóg felagsins samtykt.
Tíverri eydnaðist ikki at fáa lim í nevndina úr Suðuroy, men tað verður vónandi skjótt. Flestu
fundirnir eru seinni hildnir í gamla skúlanum í Kollafirði, sum nú er savn. Myndin av nevndarlimunum er tikin niðanfyri skúlan.
Í nevndina vóru vald:
- Sandoy: Tummas Løkjá (Varalimur: Harry Jensen)
- Suðurstreym: Maria Heradóttir (Varalimur: Vígdis Bjarnadóttir)
- Norðurstreym: Annfinn E. Dam (Varalimur: Fróði Skúvadal)
- Vágar: Sonni Jacobsen (Varalimur: Hákun Bláberg)
- Eysturoy: Herdis Jensen (Varalimur: Marjun í Jákupsstovu)
- Norðoyggjar: Helena Klein Sundskarð (Varalimur: Símun á Høvdanum)
Nevnin hevur skipað seg við Sonna Jacobsen sum formanni, Herdis Jensen sum næstforkvinnu, Annfinn E. Dam sum kassameistara og Mariu Heradóttir sum skrivara.
Endamál felagsins er at virka fyri, at hjálpa til at menna bygdarsavnsøkið í Føroyum, so at bygdarsøvn, ið reka mentanarsøguligt virksemi, verða styrkt í arbeiði sínum við eitt nú innsavnan, skráseting, varðveiting og miðlan.
Felagið vil eisini virka fyri, at bygdarsøvn í Føroyum verða varðveitt. Tað søvnini varðveita er hvør sær felags lokala søgan í teirra øki, søgd við m.a. lutum, skjølum, myndum og frásagnum.
Felagið er eitt áhugafelag og hevur ikki vinnuligt endamál.
Felagið kann, um ynskt verður, umboða bygdarsøvn í málum, sum verða løgd fyri almennar myndugleikar ella vera til hjálpar, um neyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald