Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Málningarnir innihalda blandað motiv (teir flestu við fólkum) gjørd við ymiskari tøkni.
Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 30 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 5. juni klokkan 14, og hon hongur uppi til og við týsdagin 9. juni. Í sambandi við mentanarnáttina verður framsýningin opin til á midnátt.
Leygardagin og sunnudagin er opið frá 12 til 20, og mánadagin og týsdagin er opið frá klokkan 14 til 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald