4. juni 2027 kemur ein av teimum allarstørstu í donskum stand-up til Føroya. Tað er Frank Hvam, ið vitjar Norðurlandahúsið við sínum nýggja showi "Eitt yndisligt fall".
Frank Hvam er ein av kendastu donsku skemtarunum og sjónleikarunum. Hann er serliga kendur fyri sítt eyðkenda, ofta provokerandi skemt, har hann spælir sær við gerandisstøður og menniskjaligar veikleikar.
Saman við Casper Christensen skapti Frank Hvam sjónvarpsrøðina Klovn, sum hevur fingið kultstøðu, og gjørt Frank Hvam til eitt tað størsta navnið í donskum skemti.
Í nýggja stand-up showinum kunnu uppliva skemt í serflokki, hvassar eygleiðingar og kompromisleysa erligheit. Hetta er Frank Hvam í tí leikluti hann dugir best: klassiskt stand-up framman fyri einum livandi áskoðarafjøld.
Við “Eitt yndisligt fall” fært tú Frank Hvam, sum vit kenna hann: beinraknan, óforútsigiligan og pínliga stuttligan.
Hetta snýr seg um lívið, tá tað ridlar, skrædnar og onkuntíð dettur heilt sundur. Um at missa fótafestið, missa andlit og royna at finna virðingina aftur mitt í skrædlinum. Ella við øðrum orðum, Frank Hvam í sínum essi.
Verður tað grovt? Ja.
Verður tað stuttligt? Uttan iva.
Í Norðurlandahúsinum 4. juni 2027 kl. 19.
Atgongumerkini á 410,- fáast á nlh.fo frá sunnudegnum 7. juni kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald