Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna hevur biðið um at verða leyslatin úr fongslinum, av tí at mamma hansara er álvarsliga sjúk, upplýsir verji hansara, Peter Sekulic fyri norska TV2.
Mette-Marit krúnprinsessa er álvarsliga sjúk við lungnafibrosu, og er hon í løtuni á akuttum bíðilista til lungnatransplantatión.
Hòsdagin var krúnprinsessan á Rikshospitalet í Oslo saman við manninum, Haakon krúnprinsi og dótrini, Ingrid Alexandra prinsessu. Tað er ógreitt, hvørji ørindi tey høvdu á sjúkrahúsinum, men tey vóru har í yvir tveir tímar, skrivar Ritzau, sum endurgevur norskar miðlar.
Seinni í gjár vóru Ingrid Alexandra prinsessa og beiggin, Sverre Magnus prinsur á vitjan í fongslinum í Oslo, har hálvbeiggi teirra, Marius Borg Høiby situr varðhaldsfongslaður.
Marius Borg Høiby er ákærdur fyri m.a. fýra neyðtøkur, hóttanir og grovt brot á rúsevnalógina.
Hann hevur áður biðið um at sleppa at sita við fótleinkju við tí grundgeving, at tað er tyngjandi hjá honum at sita í fongsli, har sosiala sambandið við onnur er avmarkað, og tí at tað er avbjóðandi hjá mammu hansara at vitja hann orsakað av vánaligu luftini í fongslinum.
Dómur verður sagdur í málinum 15. juni. Marius Borg Høiby hevur noktað seg sekan í teimum mest álvarsomu ákærunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald