2026-06-05 14:52
Føroyskir pápar eru í miðal eldri, enn danskir pápar.
Tað vísa tøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt í sambandi við, at tað í dag er pápadagur og grundlógardagur.
Menn í Føroyum, ið gjørdust pápar í fjør, vóru 34,1 ár í miðal, meðan miðalaldurin á monnum í Danmark, ið gjørdust pápar í fjør, var 33,8 ár.
Fyri tíggju árum síðani var støðan tó ein onnur. Føroyskir menn, sum gjørdust pápar í 2015 vóru í miðal 33,1 ár, meðan danskir menn, sum gjørdust pápar sama árið í miðal vóru 33,5 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald