Í gjárkvøldið og í nátt hava nógv fólk verið í býnum í sambandi við mentanarnáttina í Havn, men sum heild hevur tað gingið væl, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá í morgun.
Stutt fyri klokkan trý í nátt vóru tó tríggir ungir dreingir tiknir fyri stuldur.
Teir høvdu verið inni í matstovuni Ostaklokkan og tikið ein sekk av brennivíni. Men tá teir komu út, rendu teir seg í nøkur løgreglufólk, sum vóru á staðnum í sambandi við aðra uppgávu.
Dreingirnar høvdu ikki brotið inn men vóru eftir øllum at døma bara farnir beint inn, uttan at nakar varnaðist teir.
Løgreglan tosaði við dreingirnar og við foreldrini hjá teimum, og sluppu teir skjótt til hús aftur. Dreingirnir eru skuldsettir fyri stuldur, og av tí at teir allir eru undir 15 ár, er barnaverndin eisini uppií málinum.
Vaktleiðarin greiðir frá, at løgreglan annars í nátt hevur havt úr at gera við at hjálpa fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og at tveir persónar eisini eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald