Innanlands

Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Tórshavn

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Kelly Billingsley, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um altjóða raðfestingar og mál av sínámillum áhuga

2026-06-06 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina høvdu hósdagin fund í Tórshavn sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Kelly Billingsley, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um altjóða raðfestingar og mál av sínámillum áhuga so sum orku og tilfeingi, handilsviðurskifti, talgilding og tilbúgving.

Báðir partar fegnast um framhaldandi áhugan at styrkja sambandið partanna millum, sum førir við sær fleiri búskaparligar møguleikar og økt samstarv innan felags áhugamál fyri bæði Føroyar og USA.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder