Løgreglan arbeiðir framvegis nógv við málum um útlendskar ferðaleiðarar, sum eru komnir til Føroya uttan arbeiðsloyvi, og av løgreglustøðini í Havn verður í dag upplýst, at enn ein ferðaleiðari er vístur av landinum.
Ferðaleiðarin fær innferðarforboð í tvey ár umframt eina bót á 3.000 krónur.
Støddin á bótini veldst um, hvørt ferðaleiðarin arbeiðir sjálvstøðugt, ella um hann arbeiðir fyri onkran annan.
Í hesum førinum er talan um ein ferðaleiðara, sum arbeiðir fyri onkran annan. Var talan um ein arbeiðsgevara, hevði bótin ligið á umleið 50.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tá ein er útvístur, hevur ein vanliga 24 tímar at fara av landinum.
Vaktleiðarin leggur afturat, at løgreglan í hesum døgum ger nógv burturúr at kunna ferðaskrivstovur um, at neyðugt er við arbeiðsloyvi fyri at koma til Føroya sum ferðaleiðari. Eisini eru fólk, sum venda sær til løgregluna fyri at fáa vegleiðing í hesum sambandi.
Dømi eru um, at fólk hava avlýst ferðir til Føroya fyri fyrst at fáa tingini í ordan, áðrenn tey koma.
– Vónandi er hetta nakað, sum fólk verða so væl kunnað um við tíðini, at eingin fer at koma til Føroya uttan arbeiðsloyvi, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald