Innanlands

Eysturoyartunnilin og fleiri vegir stongdir í sambandi við marathon

Vegna Tórshavn marathon eru eisini broytingar í bussleiðini í høvuðsstaðnum sunnudagin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2026-06-06 12:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin er Tórshavnar Marathon á skránni, og í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Tórshavnar kommunu. Eisini Eysturoyartunnilin er stongdur, meðan renningin fer fram, boðar kommunan frá.

Vegir stongdir klokkan 12.30-19.30:

  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta
  • Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
  • Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Vágsbotnur
  • Áarvegur
  • Kopargøta
  • Havnargøta
  • Yviri við Strond
  • Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
  • Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
  • Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa

Vegir stongdir klokkan 12.45-14.30

  • Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
  • Jónas Broncks gøta
  • Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
  • Ferðslan í R.C. Effersøes gøtu og Bøkjarabrekku er einvegis

Vegir stongdir klokkan 13-18

  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
  • Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
  • Eysturoyartunnilin stongdur
  • Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur

Vegir stongdir klokkan 14 til 17

  • Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks

Broytingar í bussleiðini
Í sambandi við Tórshavnar Marathon eru eisini broytingar í bussleiðini í høvuðsstaðnum sunnudagin seinnapart.

 Klokkan 13 til 15 koyrir bussleiðin ikki, og frá klokkan 15 til 19 eru hesar broytingar á leiðunum 2 og 3:

  • Leið 2 koyrir eftir Stoffalág, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, Steinatúni og síðan víðari eftir ferðaætlanini
  • Leið 3 koyrir eftir Sundsvegnum, Vegnum Langa og sama veg oman aftur í miðbýin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder