Eitt nýtt tónleikatiltak sá ljósið fyri fyrstu ferð í Fuglafirði tann 5. juli í fjør, og í ár verður Livandi Varmakelda aftur á skránni.
Eftir ætlan verður tað eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári. Ætlanin er eisini, at tiltakið skal gerast betri fyri hvørt ár, sum gongur, skriva fyriskiparar.
Í ár verður Livandi Varmakelda leygarkvøldið 4. juli, og allar konsertirnar eru inni í Mentanarhúsinum.
Fyrsta framførslan verður beint eftir setanartiltakið - á leið klokkan 22, og tiltakið endar um náttina klokkan 3.30. Í hesum tíðarskeiðnum fara fimm ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin.
Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi, skriva fyriskiparar.
Fyrsti bólkurin, sum verður avdúkaður, er FAROE5.
Í ár hava tær framført til Lestrargonguna og á Bátastevnuni í Vestmanna, har teltið stóð til at bresta, við eini 2000 áhoyrarum! Nú er tíðin so komin til Livandi Varmakeldu.
Fleiri tónleikanøvn koma á skránna leypandi. Til ber at fylgja við á sosialum miðlum.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald