Arbeiðið at byggja nýggja røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík er nú av álvara komið í gongd.
Starvsfólk hjá ArtiCon dríva í løtuni á við at stoypa fundament og gólv, so klárt verður at seta veggirnar upp fyri summarfrítíðina.
Jørðarbeiðið er eisini komið væl áleiðis. Rør verða løgd, økið verður planerað, og arbeiðið at fríðka uttanum er byrjað. Økið er steinsett, og mold er løgd út, so klárt verður at planta.
Nýggja røktarheimið fer at hava 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør.
Eftir ætlan skal heimið standa liðugt tíðliga í 2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald